Hjartamál

Neysting verkætlanin fevnir eisini um eitt størri sera umráðandi evnið, ið hevur verið at sæð í altjóða høpi í fleiri ár, og tíverri einans sýnist at vaksa. Nevniliga strongd og angist. 

Tað sýnist sum vit í vesturheiminum í dag líða undir einari ógreinandi kenslu av at hava skund og einum ótta fyri FOMO (fear of missing out). Hettar er serliga galdandi fyri yngru ættarliðini, og sýnist at vaska eksponentielt í takt við at sosialir miðlar og alnótin í heila tikið gerst stórri partur av lívinum hjá okkum
Í okkara framkomna tøkniliga maskinútgjørda heimi eru vit næstan trælabundin at tí sannføring at skjóti vøksturin eigur at halda áfram. Helst við ljósferð. 
Men hvat ger tað við okkum menniskjaligu-menniskju? Okkara sinni? Ikki at tala um klótan? (tíbetur eru nógv onnur, ið arbeiða miðvíst við júst hesum síðsta. Tað ger Neysting eisini í stóran mun - við at framleiða staðbundið av burðardyggum tilfari, umfamt at varðveita tað, sum longu er, neystini). Sinni, hjørtu og sál fáa ikki stundir at fylgja við í ljósferðar vøkstrinum.
Heilin hjá okkum er enn á skriðdýrs-stigið á ymiskum lívsøkjum, eitt nú tá ið tað kemur til menniskjaligar relatiónir og tørvin á at vera í sambandi við náttúruna.
Vit ynskja at bøta um hesa ósunnu rørslu. Vit ynskja at bjóða gestum okkara umsorganarfullar rammur í náttúruni til sjálvumsorgan eins og høvið at gerast eitt við náttúruna. Lat tíðina steðga upp eina løtu. Hvussu hevði hetta verið at merkt á egnum likami?
Gongur tú ein langan túr, eitt nú í føroysku fjøllunum, áðrenn tú gistir á nátt í BátaBólinum, merkir tú seinførið og tíðarloysið á egnum likami.

“At vandre er at erfare det sande og vide, at jorden ved hvert skridt kan bære ens vægt.” 

- Henry David Thoreau


Neysting vónar at tú sum gestur fær hug at lata títtt innara kumpass gera av hvat er best fyri teg í tí ávísa nú’inum, tú neystar. Einki annað. Einki res. Bara tú/tit, náttúran, og Bólið.

Un-connect (frá alnótini og strongd frá gerandisdegnum)

Re-connect (við núið, náttúruna og føroyskan mentannararv)

Connect (við andan á staðnum og sjálvan teg)

Frá FOMO til NOMO
- need of missing out. ;)