Søgan handan Neysting
Skapanin av Neysting upplivingini og Bátabólinum kom undir serritgerðini hjá Elin Mariu Nolsøe Joensen á arkitektskúlanum í Keypmannahavn.
Í uppgávuni setti hon sær fyri at arbeiða við neystunum sum arkitektoniskum mentanararvi. Samstundis sá hon ein áhaldandi vøkstur av ferðafólki í Føroyum, sum leitaðu sær higar fyri at uppliva náttúruna og autentisku Føroyar. Eisini føroyingar sjálvir vóru farnir alsamt meiri út í náttúruna og fjøllini. Tá kom hugskotið at nýta neystini sum náttarskjól til vallarar og náttúruelskarar. Tí hvat man vera størri fyri føroyskar náttúruelskarar ella ferðafólk, sum leita sær til fjarskotnu Føroyar, enn at gista á nátt í hjartanum av føroyskum mentanararvi - inni í neystunum ?
Neystið
At føroyingar hava verið tætt bundnir at róðrarbátinum er eingin ivi. Eitt nú hevur ein treyt fyri fyrstu búsetingarnar kring landið verið ein góð lending til bátin. Ikki bara yvirlivdu vit í stóran mun av mati úr havinum, orsakað av at jørðin var torfør at velta og landbúnaðurin tískil fátakur, men ofta var havið harumframt stytsa ella einasta leiðin til onnur bygd støð.
Upprunaliga føroyska neystið var úr gróti, rekaviði og flagtaki. Langsíðurnar og aftasti skjøldurin var lagagrót við torvi sum festara, og skjøldurin, ið vendi móti havinum, var úr rekaviði við stórari dupulthurð til bátin.
Í dag standa neystini í hvørjari einasti bygd í landinum umframt millum bygdir. Summi verða gjørd um til hús og summarhús, meðan nógv standa forfarin ella eru heilt farin við óðnum og tíðarinnar hond. Tíðin er farin frá útróðafiskiskapi og búgvin til at kveikja nýtt lív í fjarðskotnu neystini.
Neysting ynskir at varðveita neystini við at geva teimum eitt nýtt samtíðarhóskandi virki sum náttarskjól fyri vallarar, náttúruelskarar og ferðafólk.
Føroyski róðrarbáturin
Formurin, bygnaðurin og mannagongdin at byggja føroyska róðrarbátin er sera lík víkingabátinum. Eyðkennið fyri føroyska bátin er mannagongdin at byggja hann og hvussu formurin tekur skap. Heldur enn at festa borðini beint á bondini, verða borðini klinkaði saman uttan stuðul. Tá ið bátabyggjarin er nøgdur við formin, koma bondini í sum avstívarir. Á hendan hátt er fríheitin at forma skrokkin á bátinum stórri. Tað merkir eisini at borðini eru berandi konstruktiónin og at skrokkurin harvið livir og gevur seg meira. Harav kemur eitt nú bátanavnið Ormurin Langi.
Hettar eyðkennið ger bátin serliga væl egnaðan at sigla í harða atlantarahavinum og at dragast á ringum lendingum.
Seglið
Føroysku seglini til róðrarbátin vóru lítil og trapets-formaði og vovin av føroyskari seyðaull.
Vanligt var at kvinnurnar evnaði seglini til bátarnar og vóru uppskriftirnar ymiskar frá bygd til bygd, eins og við bátasniðunum.
Avlopsullin frá seyðaklippingini var spunnin til garn. Við røttu heimaspunnu tráðunum var klíggavevurin spentur og dúkur vovin í hond. At enda var dúkurin tøvdur í lunkaðum vatnið fyri at tetta hann. Vatnið var blandað við eitt sindur av landi fyri at varðveita lanolinið í seyðaullin. Lanolinin var týðandi at varðveita, tí hon hevur isolerandi virknaða.
Trýeinigheitin
Neysting arbeiðir við øllum trimum: neystinum, róðrarbátinum og seglinum. Saman gerast tey eitt, ið á okkara nýhugsaða hátt virka til at upprunaliga neystið aftur verður virkið.
Um BátaBólið
Við støði í føroysku neystunum og róðrarbátinum, hava vit sniðgivið eitt nýtt produkt, sum vit kalla “BátaBólið”.
BátaBólið er eitt serligt slag av “reivi” sum vit heingja upp inni í neystunum, og inni í tí ber til at gista á nátt á ein heilt serføroyskan hátt.
Reivið hevur fingið sítt skap frá føroyska útróðrarbátinum. Tað gjørdist undir serritgerini hjá Elin Mariu nærliggjandi at hyggja nærri at róðrarbátinum, tá ið hon skuldi sniðgeva og tekna neystið um til eitt náttarskjól. Báturin hevur altíð verið inni í neystinum, so tað sýntist at vera tað einasta rætta at leiða hann inn aftur í sítt upprunaliga heim. Soleiðis fekk Bólið snið sum ein róðrarbátur, ið er vendur á høvdið - úr viði og føroyskari ull.
Bólið er bygt av 10 træðrammum í 5 ymiskum støddum, eins og bondini í róðrarbátinum, umframt einum trædekki. Millum rammurnar er ein ulldúkur úr 100% føroyskari ull festur. Ulldúkurin er ein endurskapan av upprunaliga føroyska ullseglinum.
Rammurnar og dekkið eru gjørdar av Hanus Jensen. Hanus er føroyskur bátasmiðjur, ið arbeiðir á Vikingeskibsmuseet í Roskilde, har hann dagliga byggir føroyskar róðrarbátar eftir gomlum siðum.
Segldúkurin er evnaður úr 100 % føroyskari samfingnari ull, og er vorðin til í samstarvi við bestu fólk í landinum innan arbeiðið við føroyskari ull og siðbundnum handverki.
Við hjálp og stuðli frá Annebin Ellingsgaard hava vit tikið støði í tí einasta føroyska ullseglinum, ið er at finna í Føroyum í dag. Eitt endurskapað siðbundið føroyskt segl, sum hon fyri árum síðani framleiddi saman við familju hennara á Eiði. Gomul føroysk uppskrift var nýtt og fór framleiðslan fram frá byrjan til enda eftir gomlum føroyskum siðum. Tíverri yvirlivdi einki av teimum upprunaligu føroysku seglunum, og endurskapaða seglið hjá Annubin er tískil hitt einasta føroyska ullseglið, ið er at finna í Føroyum í dag.
Poulina Jóanesardóttir, sum er einasta útlærda vevikona í Føroyum í dag, er kvinnan handan menningina av tráðnum og tættleika av vevnaða, og hevur menningin tikið støði í endurskapaða seglinum hjá Annebin. Tráðurin er serspunnin í Snælduni á Strondum úr 100% føroyskari ull. Hettar er okkum vitandi einasi tráður, ið er av 100% føroyskari ull. Í dag er vanligt at føroyskt garn verður blandað við ull aðrastaðni frá ella øðrum tilfari. Dúkurin er vovin í Mýrufípuni í Tórshavn og Tøvdur í Tváttum á Skála.
Sostatt er BátaBólið 100% framleitt í Føroyum av føroyingum við siðsøguligari vitan, og seta vit eina æru og stórt virði í júst hettar.
BátaBólið loyvir okkum at nýskapa neystið uttan at skaða tað. Við BátaBólinum verður neystið 100% varðveitt - enntá við tíðarinnar sporum og sálini á staðnum órørt.